Ein nevnd undir evropeiska heilivágsstovninum hevur avvíst evnið Leqembi, sum kann viðgera fólk móti Alzheimer, skrivar stovnurin í fráboðan.
Sambært Reuters fara tær báðar fyritøkurnar – Eisai og Biogen – at søkja aftur.
Viðgerðin er longu góðkend í millum annað USA, Kina, Ísrael og Japan, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo