BirkBlogg: Á middegi í dag hvakk eg við, at tíðindi úr heimliga mentanarheiminum vóru frammi. Enntá við práti við eitt núlivandi fólk, og slettis ikki um fólkaminni fyri øld síðan, tá ljós kom til landið og pilturin á neystaloftinum undiraðist yvir at ein, sum var ein annar, leikti ein triða, sum søgan hjá Jens Paula so undurfult sigur.
Nei, ein indigneraður professionellur sjónleikari, sum eg virðismeti serstakliga høgt, gjørdi vart við misnøgd, blokerandi stóra misnøgd, nú leiðarin varð endursettur í sama starv á fjórða sinni, hóast nógvir umsøkjarar vóru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo