Tórshavnar kommuna setti longu í 2006 á stovn tónleikavenjingarhølir á ovastu hædd í Margarinfabrikkini. Hetta var umskipað í 2011, men har hava bólkar vant síðan og bíðilistin hevur ofta verið langur.
Nýggja tónleikavenjingarhølið Garasjan, sum er í kjallaranum á Margarinfabrikkini, verður umsitið av Reinsarínum og er partur av mentanarhølunum í Tórsgøtu. Hølið virkar sjálvstøðugt, men er partur av virkseminum í Reinsarínum, Perluni, Perlutúni og Ostahúsinum.
Endamálið við Garasjuni er at veita høli til tónleikarar, ið hava tørv á at sleppa inn í eitt venjingarhøli í avmarkað tíðarskeið fyri at kunna venja saman sum bólkur, ella sum einstaklingar t.d. í sambandi við útgávu, ella áðrenn eina framførslu aðrastaðni í býnum, kring landið ella uttanlands.
Endamálið er somuleiðis at viðvirka til eitt nýtt og spennandi tónleikalív í býnum - og serliga í mentanargøtuni Tórsgøtu. Hølini kunnu eisini eftir umstøðunum nýtast til skúla- og ungdómsvirksemi innan tónleik í kommununi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo