Fleyr: Fleyrkvinnur spæla teirra fyrst dyst í Evropa, sum samstundis eru fyrsti dystur eitt føroykst kvinnulið spælir í altjóða flogbólti.
Í kvøld kl.20 møtir Fleyr Hollendsku meistarunum Vc Sneek
Fleyr ferðalagið fór úr Føroyum mánamorgunin, og hava tær havt tvær venjingar í Hollandi.
Hópurin telur 12 leikarar. Venjarar eru Kristian Mikkelsen og Suni Juul Pedersen.
Kristian staðfestir, at Sneek hevur eitt sera sterkt lið, og verða tær torførar at basa. Fleyr eru undersogs til dystin í dag, men taktikkurin verður at fokusera á okkara spæl, og vónandi leypir hetta kvøkk á Sneek.
Fleyr kvinnurnar fara at geva alt tær hava í sær, og vónandi fara tær at fáa eitt gott úrslit við heimaftur.
Returdysturin verður leiktur týskvøldi í komandi viku.
Sneek spæla í bestu Hollendsku deildini, og hava verið meistarir 2 ár á rað.
Sneek spældi seinasta ár í challenge cup, har tær taptu móti liðið úr Prag, sum var sera óvænta, og eru tær sera uppsettar móti Fleyr.
Sneek hevur nærum sama lið sum í fjør. Ein amerikonsk er komin úr bestu grisku deildini at styrkja liðið.
Sneek er flogbóltsbýur burturav, og vænta tað at koma eini 500 áskoðarir til dystin í kvøld, sum verður spældur í sera góðum umstøðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo