Annar lærarin, sum var dripin í skúlaskjótinini herfyri í USA, var Irma Garcia (46). Hon var skotin meðan hon royndi at verja børnini í skúlastovuni.
Tveir dagar seinni doyði eisini maður hennara, Joe, av blóðtøppi í hjartanum. Hann var bert 48 ára gamal.
Men beint áðrenn hann doyði, var hann sambært KHOU-TV sæddur av journalistum tá ið hann legði blómur við minnismerkið, undir krossinum har navnið á konuni stendur skrivað.
– Eg haldi fyri heilt víst at Joe doyði av sorg eftir at hava mist stóra kærleikan í lívi sínum, sigur systkinabarn hansara Debra Austin, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo