F. C.Trón: Fótbóltsfelagið fyri kvinnur 40 ár og eldri er í hesum døgum á venjingarlegu í Oslo.
Í ferðalagnum eru 25 kvinnur í aldrinum 45-62 ár.
Í tí sambandi var vinadystur ímóti Spikkestad og Bødalen leygardagin 28. september.
Bæði liðini spæla í norsku landskappingini, og eru mannað við damum, sum eru væl yngri enn F. C. Trón.
F. C. Trón setti 2 lið, og spældir vóru tilsamans 4 dystir.
Dystirnir vóru sera spennandi, sjálvt um tað var sjónligur munur á støðinum hjá liðunum.
Tíverri máttu 2 av ídnastu leikarunum hjá F.C. Trón av vøllinum við skaða, tá ið fyrsti dysturin varð spældur, so tað var sera óheppi.
Tó stríddust Trónadamurnar heiðurliga og góvu norsku vertunum skarpan gang í løtum.
Úrslitið av dystunum var.
F.C. Trón 1 – Bødalen 0-3
F.C. Trón 2 – Bødalen 1-3
F.C. Trón 1 – Spikkestad 1-1
F.C. Trón 2 – Spikkestad 2-3
Hetta er fyrstu ferð at liðini møtast.
Norsku liðini hava ætlan um at arbeiða við at koma at vitja í Føroyum.
Túrurin í Oslo hevur samanumtikið verið sera mennandi, stuttligur og spennandi, siga F.C. Tróna damurnar.
FC Trón miðjar eftir at fara á venjingarlegu uttanlands 2. Hvørt ár.
Í 2018 gekk leiðin til Edinburgh. Túrurin í 2020 varð avlýstur tí Corona leikaði á tá, og í 2022 vóru tær í París.
Leiðin gongur heimaftur úr Oslo sunnudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo