Fólkatingið hevur í kvøld í tíðindaskrivi boðað frá, at ein loysn skal finnast, so føroyskir og grønlendskir fólkatingslimir kunnu tosa móðurmálið í tinginum.
Men tað verður ikki ein loysn við eini tulkatænastu, tí ein slík hevði kostað minst 200 milliónir krónur um árið at reka umframt einar 40 mió kr í stovningargjaldi. Og tað er alt ov nógv, sigur Søren Gade, sum er fólkatingsformaður við Ritzau.
- Vit hava biðið umsitingina finna eina aðra loysn, sigur hann.
Umframt tulkatænastu skulu eisini ein rúgva av skjølum umsetast. Minst 150.000 skjøl árliga, sigur Søren Gade.
Alt rokið byrjaði, tá grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam fyri einum mánaða síðani byrjaði at tosa grønlendskt í fólkatinginum. Tað elvdi sum vera man til trupulleikar, tí nærum ongin skilti hana.
Hon hevur aftaná sagt, at um ríkisfelagsskapurin hevur nakað virði, so mugu vit eisini kunna rúma tungumálini hjá hvørjum øðrum.
Tað er onki hvørki í grundlógini ella tingskipanini hjá fólkatinginum sum forðar fyri, at onnur mál enn danskt kunnu tosast í fólkatinginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo