Føroyska talvlandsliðið hevur fingið eitt framúrskarandi úrslit á talvolympiaduni í Ungarn.
Føroyar vunnu 2½ - 1½ á Avstralia.
18 ára gamli føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, var sigursharri í dystinum. Hann vann á fjórða borði, hinir tríggir telvaðu javnt.
Føroyska liðið hevur nú otað seg heilt fram á 35 pláss, og hevur ellivu stig fyri tíggju dystir. So frammarlaga hava Føroyar helst ongantíð verið í talv-OL.
Føroyar eru javnar við stórar talvtjóðir sum Ongland, Holland og Norra, og vit eru frammanfyri hini norðurlondini. Føroyar hava vunnið seks dystir, spælt ein javnan og tapt tríggjar.
Tríggir stórmeistarar vóru á avstralska liðnum móti Føroyum í dag. Miðalstyrkitalið hjá teimum er omanfyri 2500. Í fýra undanfarnum dystum móti Avstralia hava Føroyar tapt dyggiliga hvørja ferð.
Í seinasta umfarinum í morgin møta Føroyar Kekkia, sum er styrkismett nummar 29. Í morgin verða fyrstu leikirnir fluttir longu 10 fyrrapartin.
Vit fáa væntandi eina dystarlýsing úr Budapest seinni í kvøld.
Avstralia (37) 1½ Føroyar (66) 2½
GM Temur Kuybokarov (2562) GM Helgi Dam Ziska (2553) ½ - ½
GM Bobby Cheng (2588) Høgni Egilstoft Nielsen (2379) ½ - ½
IM Rishi Sardana (2477) Rógvi Egilstoft (2278) ½ - ½
GM Yuan- Zong Zhao (2478) Luitjen Akselsson Apol (2219) 0 - 1
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo