Í dag klokkan 13:30 hevur Formansskapurin fund, har millum annað eitt av punktunum á skrá er Ólavsøkutingfundurin.
VP hevur spurt tingformannin, hvussu verður á Ólavsøku, tá ið hugsað verður um skrúðgongu, kór, kirkju og tingsal, men tingformaðurin sigur, at sambært stýrisskipanarlógini so eru greiðar linjur, men tað er so nógv annað sum er henda dagin, tingið verður sett, sum ikki er nevnt í stýrisskipanarlógini, sum Formansskapurin fer at viðgera.
Mikudagur, 10. Juni 2020, kl. 13:30 (Fundarhøli 4)
1. Gerðabók
2. Ólavsøkutingfundurin
3. Løgtingsárið 2019
4. Skriv frá Løgtingsins umboðsmanni
5. Reglugerð fyri fjølmiðlar í Løgtinginum
6. Ymiskt
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo