Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tvøroyrar Kommuna: Í dag, 29. januar 2022, eru 100 ár liðin, síðan fyrsta arbeiðskvinnufelag í Føroyum, Fiskepigernes Fagforening, varð sett á stovn, her á Tvøroyri.

Um aldarskifti 18-1900 var vinnulívið á Tvøroyri í stórum vøkstri, og hetta hevði eisini við sær, at arbeiðsfólk tóku stig til at stovna fakfeløg. Fyrsta føroyska verkamannafelagið Enigheden (sum seinni broytti navn til Fylking) varð sett á stovn á Tvøroyri í 1915, við tí endamáli, at betra um korini hjá verkamanninum á landi, ið ofta livdi undir sera trongum korum. Í 1922 er tað so, at kvinnur á Tvøroyri eisini sláa seg saman, fyri at stríðast fyri betri arbeiðskorum, og stovna Fiskepigernes Fagforening. Hetta má sigast at verða eitt megnar frambrot í føroysku arbeiðarasøguni.

Fiskepigernes Fagforening er nógv tað elsta arbeiðskvinnufelag í landinum, við tað, at hini arbeiðskvinnufeløgini ikki komu fyrr enn farið var inn í tríatini. Hetta má tí eisini sigast at vera ein týdningarmikil varði í føroysku kvinnurættindasøguni, ið spretti her í Trongisvágsfirði.

Við hesum vil Tvøroyrar kommuna ynskja Fiskepigernes Fagforening hjartaliga til lukku við 100 ára stovningardegnum, og blíðan byr framyvir.

Ætlanin hjá Fiskepigernes Fagforening var at markera dagin við einum almennum hátíðarhaldi í dag, 29. januar, men hetta er útsett til 12. mars, orsakað av korona støðuni.

Nærri kunning um sjálvt hátíðarhaldið kemur út seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo