Vága Floghavn: Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn heldur fram.
Til og við september høvdu 300.576 ferðafólk ferðast um flogvøllin.
Vøksturin í mun til somu tíð í fjør var 29.511 ferðafólk, sum svarar til 11%.
Samanborið við í fjør var tað ikki fyrr enn oktober var liðugur, at ferðafólkatalið kom upp á 300.000. Tað vil siga ein mánað seinni.
Vøksturin fyri september í mun til september í fjør er 13,2 %.
Farmurin veksur eisini nógv. Fram til og við september eru 1213 tons farin um flogvøllin. Somu tíð í fjør var talið 433 tons. Framgongdin er 180%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo