Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fyri tveimum vikum síðan útgav Eivør staklagið SLEEP ON IT frá komandi fløgu útgávu síni SEGL, sum kemur út tann 18 Septembur í ár.  

Í dag kemur sjónbandalagið til SLEEP ON IT út, og greiðir Eivør soleiðis frá:

Sjónbandalagið varð filmað og framleitt í Íslandi í ruðuleikanum av sóttarhaldi, COVID - 19 og allari óvissuni, sum fylgdi við. Dugnaligi Einar Egils hevur framleitt, og Tómas Lemarguis, sum vit m.a. kenna frá ”Blade Runner 2049”, og ”X-Men: Apocalypse”, leikar høvuðsleiklutin.

Søgan er skrivað av Einari og Elias K. Hansen. 

Stemningurin er rættiliga myrkur og er ein tulking av sanginum, sum m.a snýr seg um svøvnloysi og um truplar avgerðir, ein er noyddur at taka í lívinum. 

Teirra tulking ljóðar soleiðis : 

Heimurin er  í upploysn. Tey núlivandi eru niðurbundin og hava verið tað so leingi, tey minnast. 

Tey eru frá sær sjálvum. 

Tey trúgva, at Eivør er einasta vónin, um tey skulu yvirliva, og tí má hon offrast.  

Við hesari offring fella tey í ein ævigan, friðfullan svøvn. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo