– Einki er sum at fara til gudstænastu her í okkara bønhúsi. Hóast bygningurin liggur beint við landsvegin, so ávirkar tað als ikki tann serstaka friðin sum ein fornemmar herinni. Eg elski at vera til gudstænastu her, sigur Katrin Groth-Mortensen úr Øravík.
Her er friðsælt. Umhvørvi er bæði søguligt og vakurt. Her ræður ein serligur friður í vøkru náttúruni í bygdini. Ein summardag kanst tú síggja grøna bøin og alskyns blómur vaksa. Og her rennur og tutlar áin gjøgnum bygdina.
Bønhúsið við sínum sermerkta Sigmundarkrossi á skjøldrinum hevur einki torn, men ringt verður kortini bæði inn til gudstænastu og út við eini klokku, sum sigst stava frá Norsku Løvu.
Í hesum døgum eru júst liðin 55 ár síðani bønhúsið var vígt, eftir at fólk og prestur høvdu sett sær fyri at útvega bygdini eitt Gudshús at savnast í.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo