Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg fari at siga nakað nú, sum onkur kanska fer at skilja sum ein kritikk av einum persóni. Tað er tað ikki.

Hinvegin havi eg verið á fleiri fundum saman við honum, har hann er komin við virðismiklum upplýsingum fyri okkara samfelag.

Men vit hava í løtuni eina skipan í okkara samfelag, sum eg eri farin at ivast, um hon er so skilagóð.

Í Føroyum hava vit bygt nakrar skipanir við óheftari ráðgeving til politisku skipanina. Innan fyri búskap plagdu tað at vera Búskaparráðið og Landsbankin, men í 2021 blivu tey gjørd til umleið sama stovn.

Formaðurin í búskaparráðnum er nevndarformaður í Landsbankanum, og búskaparráðið er nevnd hjá Landsbankanum.

Tað merkir, at búskaparráðið og Landsbankin neyvan nakrantíð fara at siga nakað, sum er í mótstríði við hvørt annað.

Men mann kann kanska ugga seg við, at tað so framvegis er ein óheftur stovnur, sum veitir ráðgeving. Higartil hevur tað í nógvum førum eisini verið okey.

Men støðan er eisini hon, at í løtuni er formaðurin í búskaparráðnum eisini ein arbeiðsgevari, ið privat hevur fleiri av størstu fyritøkunum í landinum til kunda og samstundis eisini er nevndarlimur í arbeiðsgevarafelagnum.

Eg havi ikki hugsað so nógv um hetta, men seinastu 14 dagarnar hava arbeiðsgevarafelagið, búskaparráðið og landsbankin hvør í sínum lagi (sær tað í øllum førum út til) sagt umleið tað sama um ætlanirnar hjá samgonguni, Tjóðveldisflokkinum og harvið í løtuni eisini mær um at stytta arbeiðsvikuna.

Tey síggja øll nógvar vansar og taka ikki støðu til nakrar fyrimunir í samband við hetta.

Eitt er, at eg ivist, um tað er rætt, tí kanningar aðrastaðni vísa nógvar fyrimunir, men størri trupulleikin er, at eg undrist á, hví arbeiðsgevarafelagið, búskaparráðið og Landsbankin siga tað sama í senn.

Eg veit, at ein orsøk kann vera, at tað simpulten er tað rætta búskaparliga, men eg blívi eisini við at hugsa: “Kann tað vera tí, at sami persónur gongur aftur allastaðni?”

Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo