Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg eri til reiðar at brúka mína rødd, sjónarmið og vitan at virka fyri broyting og menning, serliga fyri tey, sum longi hava kent seg marginaliserað í okkara samfelag.

Hetta geri eg saman við einum bólki av samsintum fólkum, sum hava eittans endamál, nevniliga at virka fyri at allir borgarar í Tórshavnar kommunu kenna seg sædd, vird og virðismett, líkamikið hvar tey koma frá, teirra aldur, førleikar ella lívsumstøður.

Eg eiti Tonicia C. Hansen. Eg eri fødd og uppvaksin í London, men eg havi Tórshavn í meira enn 10 ár. Eg eri gift við Jóannes og vit eiga eitt barn. Eg arbeiði sum hjálparfólk í einari vøggustovu.

Tvey av mínum hjartamálum eru integratión og dagstovaøkið. Okkum tørvar at leggja størri dent á integratión. Okkum tørvar ein integratiónspolitikk, sum hevur eina breidd og dýpd, soleiðis at vit kunnu fokusera rætt í mun til ymsu málbólkarnar. Ein bólkur eru tey, sum nýliga eru flutt til kommununa, ein annar bólkur eru tey, sum hava búð her eina tíð, og so eru tey eisini flóttafólk, sum eru í einari serligar støðu.

Hetta fer at gera tað lættari at veita eina skipaða og grundaða vegleiðing og hjálp til ymsu bólkarnar av tilflytarum. Somuleiðis hevur tað týdning at kunnandi tilfar um viðurskifti í kommununi eru tøkt á teimum málum, sum tilflytarar brúka og skilja. Tað hevur týdning, at tilflytarar verða tiknir við uppá ráð og fáa ein virknan leiklut í mun til intgrasjónspolitikk og átøk á hesum øki.

Á dagstovnaøkinum er neyðugt at seta í verk átøk, sum gera mun beinanvegin. Vit mugu virka fyri enn betur samskifti millum leiðslurnar fyri dagstovnarnar og leiðsluna fyri umsitingina. Betri samskifti ger tað lættari at varðveita tey dugnaligu starvsfólkini, sum longu starvast innan dagstovnaøkið, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk. Ein meira støðufastur starvsfólkahópur er við til at fremja tryggjar og mennandi karmar fyri dagstovnaøkið, sum er til gagns fyri bæði børn og foreldur.

X við Tonicia, ein fevnandi rødd

X við Kommunulistan

----

I am standing for the Kommunulistin.

I do so with pride and in acceptance that change requires action. I am ready to use my perspective and voice to work for change, specifically in areas and for people that have long felt side-lined in our community. I do so with a group of like-minded people who have as their sole purpose, making TK a municipality where everybody, no matter their age, limitations or where they come from, are seen, heard and valued.

My name is Tonicia C. Hansen. I was born and raised in London and have lived in Tórshavn for more than 15 years. I am married to Jóannes and together we have one child. I currently work as a hjálparfók in a nursery in TK.

Two of my focus areas are Kindergartens and Integration. We need to talk more about Integration! We require an integration policy and area that moves beyond the newcomer. This means that we need to recognise and celebrate the different immigrant groups (e.g. the newcomer, the refugee and those who have been here for some time). This would make it easier to target support for immigrants and information should be easily accessible to those who do not speak nor understand Faroese. We must look towards the immigrant community to advise us on how best to utilise their skills but also to guide us on how well our integration processes and procedures are working.

Solutions for the pressures facing our kindergartens need to have an immediate effect. We need better communication between our kindergarten leaders and the leadership in the municipality. Better communication would help to maintain the current staff population, which would in turn benefit our children and the families who make use of this offer from TK. The most important time of growth and development for our children, should not be marred by no staff or continual staff changes.

X with Tonicia, an inclusive voice

X with Kommunulistin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo