Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Martin Joensen skrivar: Í 1969 vóru vit í 3. real í Vestmanna skúla ein túr í Íslandi. Upprunaliga ætlanin var at ferðast munandi longur henda skilnaðartúrin saman við floksfeløgunum. París, Rómaborg og enntá Ný York vóru uppi at venda sum møgulig ferðamál. Og fjúrtan dagar mátti túrurin vara, - í minsta lagi.

Men tá vit høvdu talt allar teir uppspardu pengarnar saman og tømt sparigrísarnar, máttu vit hugtung ásanna, at fíggjarligi vánastandurin ikki rakk til meira enn eina viku í eldfjallagrannalandinum. Men tað var nú heldur ikki so galið, tá samanum kom.

Nú var tað ikki um túrin sum so, eg skuldi rita, men fólkayrkjaran og -sangaran Bob Dylan. Og hvat hevur hann so við ein snollutan sparitúr í Íslandi hjá einum 3. real í Vestmanna at gera, spyr tú kanska, - ella kanska ikki.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo