Útlendsku vinstramiðlarnir hava skrivað um D-vitaminmangul, hvussu hann drekkur Coca-Cola, við einari ella báðum hondum, og um prostata, men eingin leiðari megnaði tað fyrr, sum Trump hevur megnað - at trýsta Norður-Korea til samráðingarborðið.
Og nú eru miðlarnir farnir at skriva um, hvørt fólkini rundanum Trump vistu um stórfundin ella ikki, meðan forsetin í Suður-Korea, Moon Jae-in, vónar at hetta verður «ein søguligur varði á vegnum sum fær frið í lag á Koreahálvoynni».
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo