Sambandsflokkurin: Lars Christian Lilleholt hevur verið orkumálaráðharri í Danmark síðan 2015 og fer at umrøða danska orkupolitikkin og hvørji politisk mál eru i Danmark og ES innan orkuøkið.
Danmark hevur seinastu 40 árini megnað at lagt sín orkutørv um frá at verða djúpt tengt at oljuni frá Miðeystri til at vera eitt av grønastu og mest orkueffektivu londunum í heiminum.
Samstundis er samfelagsligi týdningurin av orkusektorinum alsamt vaksin og altjóða áhugin fyri donskum orkuloysnum er sera stórur.
Úrslitini innan orkuøkið í Danmark seinastu 40 árini eru skapt í einum neyvum samspæli millum politisku skipanina og vinnuna, har politisku avgerðirnar á orkuøkinum hava megnað at skapt røttu karmarnar fyri eini menning á heimamarknaðinum og vinnan hevur megnað at brúkt karmarnar fult út.
Á orkuráðstevnuni fer landsstýriskvinnan í orkumálum, Sirið Stenberg, eisini at taka lut og røða um, hvørjar politiskar ætlarnir Landsstýrið hevur á orkuøkinum.
Umframt Lars Christian Lilleholt, orkumálaráðharra í Danmark, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, fer Thomas Nolsøe Danielsen, formaður í orku-, veitingar- og klimanevndini hjá Fólkatinginum, at taka lut og røða um orkupolitikkin í Danmark og ES.
Les meira: Altjóða serfrøðingur á orkuráðstevnu í Føroyum
Les meira: Orkuráðstevna - Frá olju til vind
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo