Kringvarpið setti í vikuni andlit á trongu kor teirra, ið eru niðarlaga á sosiala stiganum. Tað, ið vit hildu einans var í fremmandum londum, varð sjónligt í heimligum umhvørvi. Tað var svárt at síggja á skíggjanum. So mikið svárari er gerandisdagur teirra, ið eru sperd fíggjarliga og stødd í fátækt.
Ljós er varpað á støðuna. Nú kenna vit veruleikan. Avbjóðingin er stór hjá hinum einstaka, felagsskapum og kirkjum. Saman við myndugleikunum mega vit hækka livistøðið hjá teimum fátæku.
Tíbetur eru hjartagóð fólk, ið sjálvboðin hjálpa. Tey nýta sína tíð í manngóðum verki og gera tað arbeiðið, ið vit onnur tala um. Vit eiga at lyfta í felag og vera hvør øðrum til nyttuna.
Í djúpari mótsøgn til støðu teirra fátæku og sjálvboðin hjálparfólk hoyrdu vit, at matur, ið kundi nýtast, varð beindur burtur. Svárt at hoyra og síggja.
Óhóskandi er tað, at matur, ið kann etast, verður beindur burtur. Tíbetur verða viðurskiftini við atliti at matvørum og mannaføði endurskoðað. Vónandi verður ein liðilig og trygg skipan funnin.
Fáur ger stórvegis framstig við at hyggja aftureftir. Søgan og tilvitanin um farnar tíðir er tó eitt ískoyti til mennandi hugsan. Áðrenn almannaverkið varð sett á stovn, vóru tær sosialu uppgávurnar í nærumhvørvinum, – familja, vinir og kenningar. Fara vit longur aftur í tíðina, vóru tað kirkjurnar, ið framdu miskunnarverk, diakoni og umsorgan.
Samfelagið hevur yvirtikið allar sosialar uppgávur. Vit eiga at hava eyguni opin og hjartað á røttum stað.
Vit mega umtala og royna at liva upp til ta kristnu fatanina, at vit gagna hvør øðrum verkliga, tá ið á stendur.
Onkuntíð ljóðar á mannamunni, at alt var betur í gomlum døgum. Staðfest verður, at nógvir batar eru framdir á sosiala økinum í nýggjari tíð.
Sum samfelagið er skipað tekur tað almenna sær av fátækum, gomlum, sjúkum og teimum, ið bera brek.
Samfelagið eigur at raðfesta hesi øki høgt. Um ikki, viknar samfelagið sum vælferðarsamfelag og dragnar hugsjónarliga frá gamlari kristnari siðvenju.
“Er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat, er hann tystur, tá gev honum drekka; tí at tá bert tú saman eldgløður á høvur hans, og Harrin skal løna tær tað aftur.” (Orðtøk Sálomons 25,21-22).
Í síni etisku fatan og ítøkiligu ráðum hugsar halgabók breitt. Talan er ikki um samsint, vinir og kenningar. Sjálvt fíggindin, ið er svangur, eigur at fáa mat og mettuna.
Í bøn frelsarans “faðir vár” biðja vit um dagligt breyð. Eftir bønina um tað dagliga breyðið verða viðurskifti okkara við næstan nevnd. “Og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara.” (Matteus 6,12).
Dagligt breyð og fyrigeving syndanna nemur eisini tað sosiala økið. Vit eru mong, ið hava almikið, meðan onnur stríðast fyri mati, klæðum og býli. Nøkur menniskju eru so illa fyri, at tey hálvgum detta úr tí sosialu trygdarskipanini.
Hugmyndafrøðiliga byggir henda etiska ábyrgdin á ta fatan, at menniskjan hevur eitt óendaligt virði. Vit eru skapað í Guðs mynd. Hin einstaki er myndaður við ævinleikans tign og berari av møguleikum, ið gagna fjøldini og samfelagnum.
At vera virkin gevari er ikki einans nakað, ið er møguleiki teirra ríku. At veita hjálp og stimbra er hjávera eftir førimuni. Mong fátæk hava givið tað, ið tey áttu. Við at geva góvu tey likamliga og andaliga mettu.
Tann likamliga svongdin er álvarsom. Svongd er líðing og pína tvørturum landamørk og út um heimin.
Tað er uppgávan hjá samfelagnum at veita landsins borgarum sosialt rættvísi og best møgulig kor.
Serliga tey lond, ið bera krossins merki í flagginum, hava í myndum fráboðað kristna hugsan og virðir.
Tann andaliga mettan, spurningurin um meining og lívsins innihald, er týðandi. Afturat likamligari føði skal andin lívgast og hava nakað at liva av og liva fyri.
Vit mega fáa likamliga mettu til tess at megna lívið. Vit mega fáa andaliga mettu til tess at trívast, kenna lívsgleði og hugans vælveru.
Kristnu sjónarmiðini minna samfelagið á orðið um Jesus, ið er lívsins breyð. Eins og hvíludagurin er til fyri menniskjunnar skuld, á sama hátt mega regluverk landsins gagna menniskjum.
Gudsmaðurin Elia minti kong Ákab í Ísrael á Guðs veg og ráð. Áminningin fall ikki í góða jørð. Neyðugt var, at hann krógvaði seg fyri kongi við ánna Krit. Síðan beyð Guð honum at fara til Sáreptu við Sidon og búsetast har.
Elia fór til Sáreptu, har ein fátæk einkja gav honum mat til lívsins uppihald, hóast hon ikki átti stórvegis av mati.
Elia fekk burturav matinum hjá einkjuni, og hóast tað høvdu hon og sonurin nóg mikið at eta í langa tíð.
Signing Guðs, tað er hon, ið ríkar. Lyftið varð staðfest, at mjølið í stólpanum skuldi ikki verða uppi, og oljan í krukkuni skuldi ikki tróta. Amen.
Orðið: “Tí at Guð elskar ein glaðan gevara.” (Seinna Korintbrævið 9,7).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo