Aftur í dag vórðu boð eftir bjargingartyrluni, tí eitt ferðafólk var komið illa fyri norðast á Kallsoynni.
Talan var um eitt ferðafólk sum fyrrapartin var fari til gongu út á Kallin.
Boðini komu stutt fyri klokkan 11, og longu um middagsleitið var viðkomandi komin við tyrluni hjá Atlantic Helicopters á tyrlupallin uttanfyri Landssjúkrahúsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo