Almanna- og Mentamálaráðið: Løgtingið samtykti fyrr í ár nýggja lóg um Brekumboð, ið kemur í gildi 1. januar. Lógin gevur landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum heimild til at seta á stovn eitt Brekumboð, og eina nevnd, sum skal ráðgeva Brekumboðnum. Tað sæst nú aftur á fíggjarlógarupposkotinum, ið er borin niðan í Løgtingið, har nýggja Brekumboðið verður raðfest.
”Eg meti tað hava stóran týdning, at Føroyar fáa eina óhefta rødd, ið virkar fyri at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Tí fegnist eg um, at játtan er fingin til vega soleiðis, at Brekumboðið kann sleppa til verka komandi ár,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Brekumboðið skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan. Haraftrat skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut, og veita ráð og vegleiðing um rættindi, kæru- og klagumøguleikar hjá fólki, ið bera brek. Brekumboðið skal eisini gera frágreiðingar og kanningar, veita kunning og frálæru, birta kjak um viðkomandi spurningar, sum viðvíkja rættindi hjá fólki, ið bera brek, og virka fyri at røddin hjá fólki, ið bera brek, verður týðiligari í almenna rúminum.
Brekumboðið skal í øllum sínum virksemi í størst møguligan mun hoyra fólk, ið bera brek, og áhugafeløgini á brekøkinum. Aftrat Brekumboðnum verður ein ráðgevandi nevnd sett at veita kunning, ráð og íkast til virksemið hjá Brekumboðnum.
Á fíggjarlógaruppskotinum er 1. mió. kr. avsettar til at seta Brekumboðið í verk. Játtanin í 2026 verður hækkað við 1 mió. kr. til fult virksemi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo