- Í teirri vón, at kommunurnar í Føroyum kundu koma til eina felags støðu um endurrindan av foreldragjaldinum fyri barnaansing, sendi eg í síðstu viku eina áheitan um hetta til limirnar í Kommunufelagnum, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen.
- Nú hava vit hoyrt, at fleiri av teimum størru kommununum hava tikið avgerð um at endurrinda ansingargjaldið til foreldur, sum hava møguleika fyri at ansa sínum børnum heima, meðan stovnarnir hava skert ansingartilboð. Tískil hevur mín áheitan ikki havt tað ávirkan, sum eg ynskti.
- Eg havi skilt á formanninum í Kommunufelagnum, Dennis Holm, at hann hevur heitt á landstýrið um at taka støðu til henda spurningin. Eg hevði hildið tað verið skilagott, um kommunurnar lótu landsmyndugleikarnar sleppa at koma við eini niðurstøðu, áðrenn kommunurnar, hvør í sínum lagi, tóku avgerð um spurningin.
- Eg haldi tað vera órimiligt, at tey foreldur, sum noyðast til arbeiðis fyri at halda samfelagnum koyrandi, skulu rinda ansingargjald, meðan foreldur, sum eru heima við fullari løn ella lønarendurgjaldið, sleppa undan.
- Vit skulu minnast til, at rakstrarútreiðslurnar á dagstovnaøkinum eru at kalla tær somu, sum undan koronatiltøkunum. Tí verður rokningin fyri endurrindan og frítøku fyri ansingargjaldi send til skattaborgaran, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen..
Skrivið til Kommunufelagið kann lesast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo