FSF: Um smáar tvær vikur skal manslandsliðið á vøllin aftur, tá fyrst Armenia, og síðani Lettland kemur á vitjan á Tórsvølli. Talan er um triðja og fjórða umfar í UEFA Nations League 2024-2025.
Í fyrstu atløgu hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson úttikið 23 mans til komandi uppgávur, men møguliga verður ein afturat boðsendur seinni í vikuni.
Av teimum, ið vóru á listanum hjá landsliðsvenjaranum fyrrapartin, vóru Odmar Færø úr KÍ, og Jóannes Bjartalíð, ið spælir fyri Fredrikstad FK í Noregi.
Seinast, hesir báðir vóru partur av landsliðnum, var í november í fjør, tá Føroyar spældu málleysan javnleik á útivølli móti Albania. Skaðar hava darvað, men nú sær út til, at Bjartalíð og Færø eru nóg birgir til landsliðsfótbólt aftur.
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Báður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Samuel Chukwudi, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo