Klokkan 13.14 verður rúmdarfarið Juice sent avstað móti Jupiter á tí sonevndu Jupiter Icy Moon Explorer mission.
Juice skal á eina sera drúgva ferð og kemur til Jupiter í 2031. Á veg hagar skal Juice framvið trimum Jupitermánum.
Missjónin kostar nakað yvir 8 milliardir føroyskar krónur (1,1 milliard evrur).
Dagføring: ESA hevur júst nú boðað frá, at uppskjótingin av Juice er útsett fyri veður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo