Fríggjadagin verður Beatles-skráin í SMS rættiliga umfatandi: ikki færri enn tríggir bólkar og einstaklingar fara at tulka beatlessangir, og Andras Sólstein fer at halda ein spennandi fyrilestur um brot úr Beatles-søguni, Lennon/McCartney og tíðina aftaná.
Guðrun Sólja og Janus Kampmann hava spælt nógv saman seinasta árið, og tey hava ofta Beatles sangir á skránni.
Guðrun sigur:
“Ein fær altíð kontakt við áhoyrarar, tá ein beatlessangur verður spældur. Og eg eri altíð líka ovfarin av, hvussu góð løg teir hava.”
Guðrun og Janus eru at hoyra á Torginum kl 15.00.
Kl. 15.30 er Benjamin Petersen á pallinum, og kl. 17.00 koma tríggir limir úr tribute-bólkinum Bidils, Pætur við Keldu, Hans Andrias Jacobsen og Kaj Johannesen, at spæla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo