Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hóast høvuðsevnið í Sosialinum í dag er eldraøkið, og ein søga er um at ferðaliðið kannar harðskap, sum ein politistur hevur framt á barr fyri jól, so er baraporno sett á forsíðuna.

Kendi sálarfrøðingurin Eyðun Joensen greiðir frá, hvussu øll kunnu verða freistað undir teim røttu, ella skeivu, umstøðunum.

Ein fín samrøða, sum tó er púra yvirskipað og serstakliga eftirgevandi, helst tí at Eyðun er pensjoneraður.

Men álvaratos Eyðun Joensen, ger nú ikki allar føroyingar til latentar porno-grísar!

Gamaní er pressan fjórða statsvaldið, men hetta ber av, at spekulera so nógv í barna-kenslu-porno, at tað beinleiðis verður brúkt sum amboð at selja eitt blað.

VP spyr tí, hvør orsøkin var at velja hini týdningarmiklu tíðindini frá, og at seta fyrigevandi orð um barnaporno á forsíðuna?

Er ætlanin at trekkja tennirnar úr kjaftinum á rættinum, nú tey viðgerða størsta barnapornumál í søguni?

Samstundis sum Kringvarpið hevur sjokkerað okkum við fúlum orðingum úr kanningararbeiðnum og ákæruritinum, er tað djúpt ósmakligt, at Sosialurin nú setur eina grein við greitt umberandi orðum um hetta evni á forsíðuna.

Eitt slag av blá-stempling, kundu vit freistast at sagt.

VP spyr, um einki er heilagt hjá Sosialinum, bara fyri at selja eitt blað?

Er tað ikki at vísa størri sosialdemokratiskt medvit og journalistiskt tev, at seta eldrarøktina á forsíðuna? Hon er jú tema burturav hetta vikuskiftið. Ella søguna um løgregluharðskap í brennivíni fyri jól?

VP spyr, um tað kanska er so, at Sosialurin hevur roknað seg fram til, at av hesum trimum evnum, er tað púra greitt, at barnaporno selur best?

Er tað forsíðu-sølu-deildin, sum hevur roknað seg fram til tað, fyri at formilda rættin?

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo