Tórshavnar kommuna: - Tað er ikki av tilvild, at vit gera eitt sindur burturúr fólki, sum hava 25 ára starvsdag. Tað er ein kvart øld og fyri ein arbeiðsgevara hevur tað ómetaliga stóran týdning, at hava slík trúføst fólk í starvi, segði Annika Olsen, borgarstjóri, á samkomu nú seinnapartin í sambandi við, at Baldvin Jacobsen úr Nólsoy hevur 25 ára starvsdag.
- Langa starvstíðin onkursvegna prógvar fyri okkum, at tú hevur trivist í starvinum, og sera mongu royndirnar, tú hevur savnað øll hesi árini, munnu hava eitt sera stórt virði fyri kommununa sum arbeiðsgevara.
- Lívsroyndirnar eru so ymiskar og eru ofta heftar at, hvaðan vit koma, hvar vit eru uppvaksin og hvussu arbeiðslív okkara hevur háttað seg annars.
- Eftir lokna skúlagongd gjørdi tú sum so mangir aðrir nólsoyingar, tú skar agn og engdi fyri útróðrarmenn í Nólsoy og arbeiddi á flakavirkinum.
- Men síðan hevur tú starvast hjá kommununi.
- Her kenna starvsfelagar teg sum sera nærlagdan, arbeiðssaman, fittan og hjálpsaman – og sum við ein munn siga starvsfelagarnir, at tú altíð er at heita á – alt samdøgrið, uttan mun til hvat klokkan er.
- Ítróttarmaður hevur tú eisini verið – vit hava hoyrt onkrar søgur um, tá tú eins og nógvir aðrir góðir nólsoyingar róði við Tarvinum á sinni!
- Eitt hava vit felags – okkum dámar væl at ferðast úti í náttúruni.
- Tær dámar væl at ganga túrar og tað gert tú nógv av. Sagt verður eisini, at tú veist absalutt alt um veður og vind, hevur avbera gott minni og kennir hvørt einasta staðarnavn í Nólsoynni.
- So vita vit, hvønn vit skulu heita á, tá vit fara á rundferð í oynni!
- Og so siga tey eisini, at tú ert sera familjukærur og dámar væl, tá familjan kemur saman til føðingardagar, høgtíðir o.a.
- So her er skjótt at draga samanum, at tú hevur øll tey eyðkenni, ið vit hámeta hjá einum mannfólki og einum starvsfelaga.
- At tú haraftrat hevur víst okkum í kommununi tað trúfesti, at hava hildið okkum øll út í samfull 25 ár, bendir eisini á eitt støðufesti, vit bara kunnu fegnast um.
- Eg fari okkara alra vegna at takka tær fyri títt trúfesti hesi 25 árini, ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta í tí komandi, segði Annika Olsen at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo