Nú frættist, at Bárður Nielsen verður komandi sambandshøvdingi, meðan Magni Laksáfoss verður bestimaður á sambandsbrúnni.
Spurningurin er, hvagar gongur Sambandið nú?
Undir leiðsluni hjá Kaj Leo Holm Johannesen hevur sambandsleiðin mangan verið vøkkult.
Fornermaðir og detroniseraðir fyrrverandi sambandsformenn (og onnur sosialdemokratisk sambandsfólk) framdu ótald slysálop á formann og flokk farna valskeið, sum órógvaðu og undirgróvu trúvirði floksins.
Og soleiðis bleiv flokkurin á tingi eitt kurpali av ørkymlaðum og vasutum tingfólkum.
Ein flokkur, har tingmanning rann í ymsar ættir og har varafólkini ikki áttu nakra líkinda politiska kumpass.
Og úrslitið var givið uppá forhond.
Flokkurin avreiddi tvey tingfólk yvir í javnaðarleypin, sum uttan íhald hevði lifrað eftir sosialdemokratisku sambandsveljarunum farnu árini. Somu sambandsveljarar, sum síðani tryggjaðu Javnaðinum eina sosialistiska loysingarstjórn.
Annað skinn
Men nú skal annað skinn takast um bak, sigur Bárður. Sambandsprofilurin skal hvessast, javnaðaratkvøðurnar skulu aftur í flokkin og greiði sambandspolitikkurin skal seyra frá leiðsluni niður í grasrøturnar.
Spurningurin er so - fer projektið hjá Bárði at hepnast?
Bárður Nielsen er á mangan hátt skilamaður. Siðiligur, skilagóður, dámligur og í besta aldri. Kortini er hann av lyndi víkjandi - er ikki so greiður, tá ástendur.
Tí er tað spurningur, um hann megnar at halda skil á flokki, sum hevur so sprøkluta og á mangan hátt sjálvsøkna tingmanning?
So, hvønn skal Bárður alliera seg við?
Trúloysingar
Edmund Joensen, sum ikki hevur víst øðrum politisk atlit, og sum allarhelst eigur æruna av órógvinum í flokkinum farna valskeið og harvið ringa valúrslitinum?
Bjørn Kalsø, sum í síni politisku ævi hevur gliðið av og ikki hevur tikið nakra týðandi avgerð yvirhøvur?
Kaj Leo Holm Johannesen, sum Bárður ikki vísti serliga virðing, tá ástóð hjá Kaj Leo?
Magnus Rasmussen, sum ongar parlamentariskar royndir hevur, og sum helst man vera undir stórum trýsti frá konkurentunum hjá Bárði?
Og so ikki at gloyma Magna Laksáfoss, komandi næstformanni floksins, og sum Bárður kallar erka sambandsmann?
Har veit Bárður betur enn hann letst. Tí tá Bárður fór úr landsstýrinum í mai 2007, hevði Magni Laksáfoss biðið um limaskap í Norðoyar Javnaðarfelag beint frammanundan - hann var tá á veg úr Sambandinum í Javnaðin.
Hetta fortaldi Magni tó ikki Sambandinum, tá flokkurin bjóðaði honum landsstýrissess um sama mundið - og hann tók av, so hví skal Bárður hava álit á Magna nú, sum ikki higartil hevur víst Sambandsflokkinum serligan trúskap?
Loyalitetur?
Nei, Bárður Nielsen fær tað trupult. Loyalteturin móti honum - og hjá onkrum eisini móti flokkinum - man vera so sum so.
Bárður kann tí velja at sveima í politisku sferuni og lata tingmanningina vera sum loppur í sekki, ella hann kann gera alliansu við onkrar av tingmonnunum við tí úrsliti, at flokkurin fer í tógva lutir, sum ikki verður alternativ til nakran annan politikk á tingi.
So Bárður Nielsen fer óivað at hava mangar svøvnleysar nætur komandi valskeið. Spennandi at vita, hvussu leikur fer.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo