Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Faroe Music Export boðar frá, at Føroyar aftur fara at verða væl umboðaðar við fýra tónlistafólkum á tí almennu skránni til The Great Escape Festival i 2023.

Marianna Winter, Brimheim og Æðrasoppar eru nú kunngjørd, og tað fjórða tónlistafólkið verður kunngjørt seinni.

The Great Escape Festival er ein tríggjar dagar long tónleikastevna, ið verður skipað í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar skipa fyri henni, og her verður vístur nýggjur musikkur úr fleiri sjangrum.

Stevnan varð stovnað í 2006 og er vertur fyri einar 300 bólkar, býttir á 30 pallar um allan býin.

Stevnan dregur tónleikavinnufólk úr øllum Europa og øðrum pørtum av heiminum til sín og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum. Og ikki minst ein makaleysur møguleiki fyri at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serliga í live-vinnuni. The Great Escape er kend fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og fólk sleppa at uppliva tónleikarar á einum meiri inniligum leikpalli, áðrenn teir spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.
 
Millum tann stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru mæt nøvn sum Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur. Fyri ikki at gloyma: í 2022 settu Føroyar eitt stórt fótafar á festivalin og býin við fyri fyrstu ferð at hava heili fýra listafólk á tí almennu skránni.
 
Tað er okkum mikil fragd at boða frá, at vit endurtaka suksessina, og at tað aftur verða heilir fýra føroyskir artistar á pallinum á tí viðurkendu stevnuni í Brighton. Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter eru nú kunngjørd, og tann fjórði verður væntandi kunngjørdur nú í februar.
 
Allir tónleikararnir fara at spæla í minsta lagi á tveimum almennum konsertum hvør á festivalinum.

Í samstarvi við G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum úr tónleikavinnuni og almenninginum. Eisini henda konsertin er partur av tí almennu skránni. Í fjør varð hesin parturin rættiliga væl vitjaður, og afturmeldingarnar hava bara verið góðar.
 
Glenn Larsen, leder for FMX, sigur í viðmerking:
«Vit eru so sera fegin um aftur at hava fingið so nógv pláss á eini so týdningarmiklari stevnu sum The Great Escape. Tónleikararnir, ið spældu í fjør, hava allir upplivað fleiri positivar reaktiónir sum ringar í vatni við nýggjum avtalum og nýggjum sambondum og ikki minst fleiri útlendskar spæliavtalur. Vit kunnu av sonnum siga, at nógvir útlendingar í tónleikavinnuni løgdu merki til bæði Føroyar og teir føroysku tónleikararnar. Brimheim spældi sum kunnugt eisini í 2022, men er nú boðin aftur til The Great Escape fyri at spæla meiri profilerað spot/slot. Hjá Æðrasoppum og Mariannu Winter er hetta fyrsta stig út í Europa. Tey vórðu bæði bíløgd eftir, at bookingstjórin hjá The Great Escape hevði verið á G! Festival, ið var. Eg eri sannførdur um, at tey fara at nýta hetta høvið við báðum hondum.»
 
Umframt konsertirnar verður eisini ein víðfevnd ráðstevna við innlitsførum panelum, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og netverksmøguleikum.
 
Meira um The Great Escape her: greatescapefestival.com
Undanfarin hæddarpunkt á The Great Escape (tónleikarar og bólkar, ið hava spælt her fyrr): greatescapefestival.com/previous-line-ups/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo