- Ikki ftítt at tankarnir fóru djúpt í morgum, tá vit fingu hettar rórið her úti á Føroya Banka, um lagnuna sum okkara forfedrar fingu tá sluppurnar vóru bumbaðar og søktar her úti í fyrra heimsbardaga 1917.
Soleiðis skrivar skiparin, Hjaltur Poulsen á sínum facebookvanga í morgun.
VP hevur verið í samband við Ågot í morgun, og har greiðir skiparin frá, at róðrið hekk á eini rekalínu tá teir drógu hana, og tað var ein løgin kensla at standa við tí í hondini.
- 8 sluppir vórðu søktar her á leiðini undir fyrra heimsbardaga, og tað setir tankarnar í gongd, um hetta kann vera eitt róður frá eini av teimum, um tær høvdu róður tá og ikki stýrisvøl. Talan er um eitt stórt róður, sigur Hjaltur Poulsen.
Fiskiskapurin annars er góður hjá Ågot og teir vænta at vera inni seinni í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo