Hagstovan: Í apríl vórðu knappar 900 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 50 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør, sum var fyrsti heili mánaður, eftir at landið fór niður í ferð.
Trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar. Trendurin vísir, at eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru lønargjaldingarnar nú aftur farnar at vaksa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo