Vága kommuna: Í gjár var ein serstøk vitjan á vánni í Miðvági. Tað var dyppifelagið Aldan sum hevði fingið vitjan av 30 íslendskum kvinnum.
Íslendsku kvinnurnar eru limir í dyppifelagnum Glaðari þú! tí ein verður glaður og í góðum hýri av at dyppa. Tær eru komnar til Føroya á vitjan, har tær skulu heilsa uppá føroysk dyppifeløg, og at knýta vinabond.
Fyrsta vitjanin á skránni hjá teimum var úti á Bakka í Miðvági, har, serliga kvinnurnar, í dyppifelagnum Aldan til tíðir dyppa, tá tær ikki fara útí frá sandinum úti á Kumlum.
Hetta at dyppa, er eitt fyribrigdi sum veruliga hevur tikið fastatøkur á føroyingum, og eisini aðrastaðni.
Dagliga eru nógvar kvinnur at síggja niðri á sandinum gjøgnum allan dagin, og felagið Aldan skipar javnan fyri bæði limatiltøkum og tiltøkum fyri almenninginum.
Eftir at Aldan og Glaðari þú! høvdu verið ein túr úti í sjónum, bjóðaði Aldan gestunum úr Íslandi kaffi og kaku í neystinum hjá Frank Gaardlykke, har møguleiki eisini var fyri at skifta, og síðan handaðu feløgini hvørjum øðrum eitt skjal um, at feløgini nú eru klubba vinir.
Flaggað varð sjálvsagt við Merkinum og íslendska flagginum, eisini nevnt Tjúgufáni og Ríkisfáni, sum altíð setur ein serstakan hátíðardám á løtuna.
Vitjanin í Føroyum er ikki einans komin í lag fyri at dyppa saman við Alduni. Íslendska dyppifelagið er komið til Føroyar á rannsóknarferð, har vitja verður á ymiskum støðum, millum annað fara tær eisini at dyppað í gomlu Hoyvíkini.
Men eitt av hæddarpunktinum á ferðini, hjá flestu íslendsku kvinnunum, er tá tær sunnudagin fara at heilsa uppá Miu á Heygum í Vestmanna. Mia man teljast millum kendastu, og elstu, dypparunum í Føroyum. Hon er í dag 98 ára gomul og fer enn ein túr út á fjørðin at dyppa.
Tað er NATA, sum er norður atlantiski felagsskapurin fyri ferðavinnu samstarv, sum hevur stuðla ferðini hjá Glaðari þú! til Føroya.
Tað er Halla Nolsøe Poulsen, Sendikvinna Føroya til Íslands, sum sjálv er íðin dyppari og limur í Glaðari þú!, sum hevur samskipað rannsóknarferðina til Føroya.
Seinni í hesum mánaðinum kemur sendikvinnan aftur á vitjan í Vágum, men tá við einum ferðaliðið av Ambassadørum úr ymiskum londum sum eru staðsettir í Íslandi.
Tey fara millum annað at vitja á HiddenFjord og á Krígssavninum, og um kvøldið verður Bjarni Prior, borgarstjóri vertur fyri einum døgurða á Fiskastykkinum.
Vit takka Glaðari þú! fyri vitjanina og ynskja teimum ein góðan dyppitúr víðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo