Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SEV eigur ikki at keypa frá dóttirfelagnum fyri meira enn dóttirfelagið framleiðir, vísir Orka á í hesum teldupostinum. TRÝST Á MYNDINA FYRI AT SÍGGJA TEKSTIN BETRI

SEV eigur ikki at keypa frá dóttirfelagnum fyri meira enn dóttirfelagið framleiðir, vísir Orka á í hesum teldupostinum. TRÝST Á MYNDINA FYRI AT SÍGGJA TEKSTIN BETRI

Vindfelagið í Húsahaga, sum er dóttirfelag hjá SEV, hevur sambært seinasta ársroknskapi selt góðar 40 Giga Watt tímar av streymi til SEV, hóast felagið ikki framleiddi meira enn slakar 33 GWt.

Nettosølan hjá vindfelagnum í 2019 var 13,6 mió. kr., og úrslitið eftir skatt var hall uppá 58.000 kr.

Brúka vit rund tøl, so hevur SEV rindað vinddóttirfelagnum í Húsahaga 2,4 mió kr ov nógv í 2019.

Í undanfarnum roknskaparárum hevur SEV eisini rindað dótturfelagnum ov nógv, so her er talan um stóra upphædd, sum er goldin dóttirfelagnum í stríð við góðkendu prísavtaluna sum SEV og vindfelagið hjá SEV gjørdu áðrenn raksturin byrjaði.

Tað er Orka, sum góðkennir prísavtalur millum SEV og vindfeløg.

Vindfelagið í Húsahaga, sum altso er dóttirfelag hjá SEV, vann útboðið í kapping við aðrar veitarar, og tað eru greiðar reglur fyri, hvussu streymurin, sum kemur frá myllunum, skal avroknast við SEV. Eitt nú hevur SEV bundið seg til at keypa alla framleiðslu, sum dóttirfelagið er ført fyri at framleiða, sjálvt um SEV av einihvørjari orsøk ikki fær tikið ímóti.

Hinvegin hevur vindmyllufelagið ikki krav uppá, at SEV keypur streym, sum vindmyllufelagið ikki leverar. Til dømis tí eingin vindur er.

Í innliti sum VP hevur fingið frá Orku, kemur fram, at Orka hevur biðið SEV greiða nærri frá hesum viðurskiftunum.

Í telduposti frá Orku til SEV tann 20. desember 2018 skrivar Orka soleiðis: ”Vit hava umrøtt málið einaferð enn innanhýsis, og eisini gjøgnumgingið viðkomandi skjalatilfar í málunum, bæði viðv. vindútboðnum í Húsahaga og í Neshaga. Vit eru ikki komin fram á nakað, sum bendir á, at trygdin fyri ávísu framleiðsluni (41,4 GWt í Húsahaga og 8,48 GWT í Neshaga) fevnir um støður har vindfelagið framleiðir minni enn 41,4 GWt, og tað ikki skyldast viðurskifti hjá SEV. T.v.s. ein treyt fyri at avroknast kann fyri 41,4 GWt í Húsahaga og 8,48 GWt í Neshaga er, at vindmyllurnar eru tøkar og kunnu framleiða inn á netið. Um t.d. vindviðurskiftini eitt ár viðføra, at tað ikki er gjørligt at framleiða 41,4 GWt inná elnetið, so eigur netfelagið (SEV, red.) ikki at avrokna Vindfelagið fyri meira enn ta elframleiðsluna, sum reelt kemur inná elnetið”.

Ari Johanneson, ráðgevi á Umhvørvisstovuni upplýsir fyri VP, at Orka ikki enn er komin til eina endaliga niðurstøðu hesum viðvíkjandi, men at Orka miðar eftir at fáa viðurskiftini avkláraði í næstum.

Les eisini: SEV fingið freist frá Umhvørvisstovuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo