At finna saman er at byrja. At halda saman er framstig. At arbeiða saman er at eydnast
- Henry Ford

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í morgin verður mannagongdin viðvíkjandi kunning av kanningarúrslitum broytt. Nú verða kanningarúrslitini frá landslæknanum kunngjørd á serstakari síðu á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum

Fyrrverandi partnarin hjá Jeffrey Epstein er handtikin av FBI, sambært NBC News

Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági. Og nú tilmeldingarfreistin er farin eru tað teknað 59 lið til kappingina og tilsamans fleiri enn 500 børn og ung

Fyri fyrstu ferð, síðani Team Rynkeby byrjaði sítt virksemi í Føroyum fyri sjey árum síðan, verður túrurin til París av ongum

Í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Dansifelagið Tøkum Lætt um at leiga niðastu hæddina í Skansastovu í Djóna í Geil gøtu. Sáttmálin er galdandi fram til 1. januar 2025

Fleiri heilsustarvsfólk í India fingu sekkin eftir hetta

- Leygardagin 26. juni andaðist Osmund Berg 75 ára gamal

Merkta grindin úr Bø hevur seinastu dagarnar aftur ferðast vestureftir. Hon er nú farin um 24 breiddarstig, og er líka vestliga, sum tá hon vendi á Reykjanesrygginum. Merkta grindin úr Havn fór fyrst tætt fram við Rockall, og er síðan farin vestur í hellingina

Søkt verður eftur 1 námsfrøðingi til Smílikulluna og Ungdómshúsið at byrja 17. august

Bróðurdóttir Trump forseta fær kortini loyvi at útgeva sína avdúkandi bók um sín heimskenda pápabeiggja

- Arbeiðið við at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin er sett í gongd. Tað mesta av arbeiðinum verður gjørt í summar

Ein bjarnarungi var bjargaður sunnudagin í Wisconsin, eftir at hann var sæddur svimja runt við høvdinum í einum plastílati

Í gjár lótu dyrnar upp á Hotel Brandan og hotellið er farið at taka ímóti gestum. Her eru nakrar myndir sum myndamaðurin Ólavur Frederiksen tók

- Allir teir føroysku landsvegirnir og uppskot til tunlar í leið og legu eru evnaðir til undir hansara hepnu hond og hartil eitt ótal av vegum fyri kommunur landsins

- Eftirlitsmál fer løgmaður bert undir, tá ið alt bendir á, at landsstýrismaður púra greitt gongur ímóti lógarinnar bókstavi

Í gjár undirskrivaði Dánjal Thomsen, formaður fyri bygginevndina á Sýnini, og Christian Mølgaard frá CJ Bygg, undir sáttmálan um høvuðsarbeiðstøkuna av seinasta partinum av umvælingini á Sýnini

Norðlýsið skrivaði í grein, at Pál Weihe er nevndarlimur í P/F Conseco, ið eigur Amplexa Genetics, men Pál Weihe er farin úr Conseco, og hevur tí onki við Amplexa at gera

At halda frí í egnum landi kann eisini kosta mannalív

- Í Nólsoy fylgja vit sjálvandi tilmælunum frá myndugleikunum og tí er vónleyst at bjóða á ovastevnu í ár, siga fyrireikararnir

Fyri fulsettum hølum innleiddi sálarfrøðingurin Tóra Petersen sýningina í Filmsfelagnum við nýggja danska filminum “Undtagelsen” í gjárkvøldið

Tórshavnar Býráð letur 10.000 kr. til hvørt grannalag at halda ólavsøku fyri

- Vit høvdu ætlanir um flúgving úr Føroyum til 12 ferðamál í ár, men av koronaini er programmið avmarkað til fýra – Keypmannahavn, Billund, Aalborg og Reykjavík

ES bannar øllum flogførum hjá Pakistan International Airlines (PIA) næstu seks mánaðirnar. Orsøkin er at triði hvør pakistanskur flogskipari hevur einki prógv ella vantandi royndir

Manchester United hevur nú bara tvey stig upp til Champions League-pláss, eftir at Chelsea tapti dystin móti West Ham í kvøld. Sí málini her í spennandi dystinum

Sambært heimasíðuni hjá Sørvágs kummunu, so skal ein bygdarfundur verða í heyst, "har vit saman við ráðgevum finna fram til eina felags visjón fyri húsið," sum tað stendur í tilmælinum

Í dag 1. juli tók Jóhan Hendrik Ellefsen við sum nýggjur kommunustjóri í Vága kommunu

Ynskir at verða loystur úr starvi eftir at hann hevur verið hjá Mowi í 20 ár

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur viðgjørt semjuna av nýggjum og tikið avgerð um at góðkenna semjuna millum KAF og Starvsmannafelagið, sum varð gjørd tann 3. juni 2020

Allan juni mánað 2020 hava fólk sent MEGD uppskot um atkomuligar matstovur í Føroyum. Við hesum ynskir MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll

Italsku myndugleikarnir hava lagt halda á 14 tons amfetamin – ella umleið 84 milliónir tablettir

Í dag, 1. juli, hátíðarheldur Nicolina Therkildsen 50 ára starvsdag í Betri. Í hesum sambandi fekk hon kongaligt heiðursmerki fyri trúgva og sera góða tænastu

Feløgini í samtakinum hava havt aðalfund, og samlaða úrslitið eftir skatt var 35,1 mio kr. Samlaði umsetningurin var 887 mio kr., og til lønir og hýrur vóru 301 mio kr. rindaðar

Ríkispolitiið hevur í dag alment boðað frá, at Steen Nørskov er útnevndur til sjefpolitiinspektør hjá Føroya Politi frá 1. juli 2020 at rokna. Setanin er áramálssett til 3 ár

- Markvirði fyri dálking/óljóð – neyðug tiltøk

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av at seta Símun Poulsen í starvið sum stjóra í Vinnuháskúlanum

– Lars Guldløkke og tær tríggjar tjóðirnar

Samson fór í gjørkvøldið eftir Stavfjord, sum var á veg til Íslands, men hevði fingið maskinskaða. Stavfjord var tá 60 fjórðingar eystur úr Føroyum

Eins og undanfarnu sjey árini lækkaði arbeiðsloysið aftur í 2019. Í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið 1,8%, sum er tað lægsta, sum yvirhøvur er skrásett í Føroyum

Dómurin, sum ein maður fekk í Føroya rætti fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á stjúkdóttur sína, verður ikki skotin inn fyri Eystara landsrætt, skrivar KVF

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 14.376 kanningar

Tvær stórar útstykkingar eru komnar nakað væl áleiðis í Runavíkar kommunu. Í Leitinum í Saltangará og suður av Hórheiðum á Skála, har rúm verður fyri meiri enn hundrað búeindum tilsamans

Nú síggjast ferðafólkini aftur í býarmyndini í høvuðsstaðnum

Hósdagin 2. juli 2020 kl. 16-18 verður móttøka fyri almenninginum í sambandi við, at Virknishøllin í Finsen letur upp

Rættiliga nógv fólk var á borgarafundi um bústaðarmøguleikar hjá ungum kalsoyingum í skúlanum á Syðradali týskvøldið 30. juni

Fleiri størri altjóða fyritøkur hava longu gjørt tað sama

Tað fara danskir granskarar at kanna

Sambært Johns Hopkins Universitetinum eru nú 127.000 fólk deyð við korona í USA

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um góða samstarvið millum Almannamálaráðið, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu

Leingi var ivamál um kappast bleiv í ár, men nú er so avgjørt at kappingin verður komandi leygardag kl. 15