Europa er aftur komið í brennidepilin av herviligu koronasmittuni.
Smittutølini eru sera høg og tíverri hækkandi. Ongland, Spania, Týskland, Frakland, Danmark og fleiri onnur lond í Europa eru í holt við at steingja samfeløgini aftur. Talið av sjúklingum á intensivu deildunum veksur hvønn dag.
Var talan um eina bylgu í vár, verður støðan nú roknað sum sunami.
Tølini eru so høg, at serfrøðingar stúra fyri, at fleiri lond í Europa fara at missa tamarhaldið á smittuni, og at sjúkrahúsverkini kring alt Europa fara at hokna undan byrðuni.
Í Føroyum hoyrist einki um nøkur tiltøk.
Líkasæla
Vit liva næstan sum í eini aðrari verð. Politikkurin er, at vit skula vísa fólki ábyrgd, og strategiin er framvegis at stýra landinum gjøgnum eina møguliga nýggja koronakreppu við tilmælum.
Hetta tykist bakvent – farnu tíðina er vorðið alsamt meira greitt, at færri og færri tilmæli tíverri verða fylgd.
Fólk eru troytt av hesum tiltøkum, líkasælan tekur yvir og fólk stúgva seg saman, sum var ongin koronasmitta.
Tá farsóttin kom til landið ætlaði landsstyrið at biðja løgtingið um at samtykkja broytingarnar í donsku smittulógini. Politisk undirtøka var tó ikki fyri uppskotinum í landsstýrinum, og tí var leiðin vald at stýra landinum við tilmælum. Smittúlóggávan bleiv løgd á hillina. Og tíbetur komu vit væl gjøgnum fyrstu koronuatsóknina.
Tað einasta sum politiskur meiriluti hevur verið fyri, er at gera broytingar í matstovulógini, so vinnumálaráðharrin fær møguleika at steingja barrir og matstøð áðrenn kl. 02 á nátt. Viðmerkjast skal, at hesin lóggávuháttur er beinleiðis í stríð við heimastýrislógina.
Ongar heimildir
Politiski myndugleikin hevur valt at havna broytingunum í donsku smittulógini at galda í Føroyum, lóg, sum gevur myndugleikunum rættuliga víðar heimildir, sum valla hóska til føroysk viðurskifti.
Alternativið er, at vit yvirtaka smittulóggávuna, men heldur ikki hesum er undirtøka fyri. Tekniskt er yvirtøka bert eitt avgreiðslumál, og so kann landsstýri og Løgtingið samtykkja neyðugar herdar reglur, sum hóska til føroyska til samfelagið.
Sum støðan er, hevur tað almenna ongar heimildir, skuldið smittan fingið fastatøkur millum okkum. Hendir tað, so verður tað ein ólukka.
Eg eri vitandi um, at farsóttanevndin hevur heitt á landsstýrið um at útvega myndugleikunum neyðugar heimildir, men uttan úrslit.
Tað hevur jú gingið væl higartil.
Spurningurin er tó, hvussu leingi fer hetta at ganga?
Serfrøðingur siga, at væleydnaða niðurberjingin higartil er undantak frá høvuðsregluni, tí fær korona veruliga fastatøkur millum manna, so er stórur vandi fyri, at vit missa tamarhaldið.
Og enda vit har, so má samfelagið aftur steingja, soleiðis sum bleiv gjørt í mars.
Hvat er so til ráða at taka? Skal landsstýrið framhaldandi bypassa parlamentarisku skipanina?
Einføld tiltøk
Mín áheitan er tí enn einaferð á landsstýrið – fáið fatur á heimildunum, setið virkin tiltøk í verk, so vit sleppa undan at koma í somu støðu, sum londini í Europa eru endað í.
Ikki minst nú vit nærkast jólum og hópurin av føroyingum fara at koma heim at halda jólafríð.
Tað ber ikki til at lata sum einki, har úrslitið lættliga kann gerast, at alt tað, sum vit higartil hava nátt í koronaniðurberjingini, fer fyri bakka. Tað er sanniliga ikki klókt av okkum.
Tað góða er, at tað í veruleikanum bert skulu einføld tiltøk til, fyri effektivt at forða smittuspjaðin.
Hesi eru:
- At áseta heimasóttarhald í 6 dagar fyri ferðafólk, sum koma til landið.
- At áseta tvungna koronatest 6. dagin eftir komu.
- At tryggja heimild er fyri at steingja matstovur, barrir, at seta bann fyri, at ov nógv fólk savnast saman, soleiðis at myndugleikarnir fáa greiða lógarheimild at seta slík neyðug tiltøk í verk, skuldi smittan aftur gjørt um seg.
Hesi einføldu tiltøk, saman við eini effektivari teststrategi og smittuuppsporan, fer at veita trygd fyri, at vit koma væl gjøgnum vetrarmánaðirnar. Nú er kanska ein vaksina á veg, og tí er uppaftur meira týdningarmikið, at vit forða fyri, at smittan aftur kann breiða seg í Føroyum.
Endamálið er, at vit framhaldandi kunnu halda samfelagið opið, og ikki noyðast at fylgja restini av Europa, har alt verður meira ella minni lukkað.
Loysnirnar eru hjá okkum - landsstýrið, Løgtingið og heilsumyndugleikunum.
Taka vit ikki røttu avgerðirnar, so kunnu vit skjótt enda í støðu, har tamarhaldið á koronu er fokið.
Og tað ber ikki til.
Christian Andreasen, løgtingsmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo