Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Handilsjavnin av vørum hevur havt stór yvirskot seinanstu nógvu árini og var yvirskotið 1,5 mia. í juni 2024 og 2,3 mia. kr. um skip og flogfør ikki teljast við.

Mynd 1 niðanfyri vísir uttanlandshandilin av vørum sum leypandi 12-mánaðar samanlegging. Handilsjavnin er útflutningurin av vørum minus innflutningin av vørum. Handilsjavnin var 1,5 mia. kr. í juni 2024, meðan hann uttan skip og flogfør var 2,3 mia. kr.

Í 2023 minkaði útflutningsvirðið nakað av botnfiski og alifiski, meðan økti útflutningurin av svartkjafti sum fiskaúrdráttur vaks munandi í bæði nøgd og virði. Prísirnir á fiskamjøli, fóðri og serliga lýsi, vóru hinvegin høgir alt 2023, og fyrstu mánaðirnar av 2024.

Útlitini fyri útflutningin í 2024 eru millum annað merkt av øktari svartkjaftakvotu og høgum laksaprísum. Útflutningurin av sild, makreli og toski fellur væntandi vegna fallandi kvotum. Størsta broytingin í metingunum fyri 2024 samanborið við 2023 er, at útflutningurin av mjøli  og lýsi væntandi fellur, tí makrelur verður framleiddur til matna, heldur enn at verða landaður sum ídnaðarfiskur.

Fyrra hálvár í ár er innflutningsvirðið minkað góð 14%, ið svarar til eina minking á 852 milliónir krónur. Minkingin var góð 12% áðrenn verkfallið byrjaði, tí er tað er ikki verkfallið, sum drívur minkingina, men í høvuðsheitum bíligari innflutningsvirði á brennievni og ein lækking av innfluttum skipum.

Útflutningurin er somuleiðis minkaður, men ikki eins nógv sum innflutningurin, og tað er tí framvegis avlop á handilsjavnanum (juni 2024).

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo